[{{mminutes}}:{{sseconds}}] X
Пользователь приглашает вас присоединиться к открытой игре игре с друзьями .
Лингва: фарерский – 1000
(0)       Используют 4 человека

Комментарии

Ни одного комментария.
Написать тут
Описание:
Тексты длиной 1000-1100.
Автор:
Велимира
Создан:
5 октября 2020 в 17:29 (текущая версия от 5 октября 2020 в 18:05)
Публичный:
Нет
Тип словаря:
Тексты
Цельные тексты, разделяемые пустой строкой (единственный текст на словарь также допускается).
Информация:
Словарь для себя. База будет пополняться в зависимости от частоты моей игры. Играю каждый раз новый для себя текст, поэтому на момент моего набора онлайн в базе есть лишь один текст. Предпочитаю новизну, посему и перешла на такой подход.
Содержание:
1 Ein pápabeiggi mín førdi hana; hann æt Pauli á Lava. Hann fór niður við fiski til Bretlands og fekk so ógvuliga ringt veður uppaftur. Hann fór upp á land í Hebridunum onkustaðni. Tveir mans vórðu bjargaðir, men Palli og sonurin druknaðu. Sonurin skuldi við til stuttleika. Hann var júst komin út av realskúlanum; hetta var um heystið. Tað var ein stór uppliving at sleppa til útlondini tá í tíðini. Tað lá soleiðis fyri, at eg slapp ikki við, tí Palli var burtur og Jens var burtur, og hin gamli var einsamallur eftir at rógva út, so eg mátti vera heima hetta heystið. Soleiðis fór hann. So var eg trý ella fýra ár við einum, teir róptu fyri Slatrið. Tað átti Hans í Funningsstovu. Vestara Vág lá full av sluppum fyrr í tíðini. Eg minnist ikki aftur, hvussu nógvar tær vóru, men Karl hjá Langharald visti akkurát nummar og nøvn á øllum hesum skipunum, sum lógu á Vestaru Vág um vetrarnar. Og tað er kort síðani. Hann hevur rímiligt einki annað sæð sum barn. Hann búði úti á Reyni. Hann var sera skilagóður.
2 Eg minnist, tá ið teir fóru undir at byggja molan. Eg hevði verið á útróðrum tann dagin við einum av pápabeiggjunum – úti í fjørðinum. Tá minnist eg, at teir sótu og boraðu við hond vestan fyri Skansatanga. Tað var ein sovorðin kneysi har, men eg kann bara ikki minnast, hvussu hann æt. Millum har hevði Jens Olsen lýsismeltarí í sínari tíð. Har plagdu skipini at barka seglini, á helluni niðan frá har. Tað var eitt sera ónossligt arbeiði. Tað var eitt hús og nakrir ketlar. Sagt varð, at Skansatangi skuldi vera friðaður. So tangin er undan enn. Tað vóru tríggir boðar úteftir – Skansaboðarnir, teir róptu. Tað vóru hesir boðarnir, sum gjørdu tann stóra skaðan. Tað var so grunt, og teir brutu inneftir. Tað er langt síðani, eg var á floti, men nú siga teir fyri mær, at nú hava teir fylt oman á boðarnar. Nú er djúpt til síðurnar, men tað hevur eingin ódn verið, síðani hetta arbeiði byrjaði. Boðarnir eru beint út úr Skansatanga. Onkur skip eru komin illa fyri har í mínari tíð. Tey eru komin ov nær omaneftir.
3 Tjørnuvíks-Olevina keypti húsini, sum Jógvan og Bina í Lágni høvdu búð í. Olevina átti tveir dreingir; tey róptu teir fyri Jampan og Boyggi. Teir vóru nakað til aldur sum eg, og teir vóru sovorðnir óførir kvøðarar. Tað var Avhaldið sunnukvøld. Tað var einki annað tá í tíðini. Tað varð ikki góður dansur, fyrr enn teir báðir komu. So stóðu eini onnur hús við síðuna av; tað var eisini ein lítil smátta. Tey róptu tað "hjá Rommabba". Tað var ein gomul kona, sum búði har, sum eg minnist. Hon átti ein son, og hann flutti til Klaksvíkar at búgva. Og so er tað har niðri í Kilakanalini, sum tað verður rópt. Tey fyrstu húsini, tú kemur til har, veit eg so lítið um. Eitt nú var Viljormur Tórsheim slektaður úr einum av teimum húsunum, t.e. keisarin, vit róptu. Og so var tað ein, tey róptu fyri Polla-Vilhelm; hann var slektaður úr einum húsum við síðuna av. Eg vil vera við, at teir hava rivið okkurt niður av hesum húsunum. Tað vóru fleiri. Og so er tað Mýruhúsini. Úr tí húsinum sigst, at familjan hjá mær er slektað.
4 Við síðuna av Lavanum standa eini lítil hús. Tað var ein familja, sum rýmdi haðani til Suðuroyar at búgva. Tað var Weisa-húsið, tey róptu. Tað var ein lítil smátta eisini, og tað vóru nógv børn; tað minnist eg, at hin gamli plagdi at fortelja frá. Og tey rýmdu suður á Tvøroyri. Tað kom so nógv arbeiði har, tá ið Mortensens-menninir vóru í vælmaktini. So tey fóru suður har at arbeiða fisk og tílíkt. Húsið stóð so tómt. Jens á Lava (Olsen) hevði handil, og hann brúkti tað mest til skrambul, og so varð tað gjørt um til íshús til at goyma sild og agn í. Jens á Lava var yngstur av teimum beiggjunum, t.e. lava-monnunum. Og hann gjørdist einkjumaður tíðliga í tíðini. Tað var undan fyrra kríggj. So fór hann til Amerika. Hann kemur so aftur á Lavan, og hann keypti hetta lítla húsið við síðuna av. Men hann fekk ikki loyvi til at byggja tað um. Tað var friðað. Hann tók so bara heilt róliga og stoypti rundan um húsið – betong alt sum var. Tak og tað heila útyvir, og so varð alt innan tikið niður, og so varð bygt av nýggjum innan.
5 Akkurát kærleikin hjá Veru til tann eldra mannin ger, at hon ferð eftir ferð svíkir sína egnu familju, tí hon vil ikki vera Leon upp á tvørs. Útlitini, at hon nakrantíð skal gerast kona Leon eru ikki góð, tí hann er giftur heilsuveikari konu og eigur dóttur. Skaldsøgan sigur frá persónum, sum fegnir vilja eitt, men hava ilt við at fremja tað. Tey eru øll onkursvegna læst føst í einum leikluti, sum tey ikki duga at koma burturúr. Tá ið hetta so aftrat er sett inn í ein karm av trúgv, sum hellur til at skoða tilveruna í svørtum og hvítum, verður tað ikki lættari. Innast inni vilja vit øll hvørjum øðrum tað besta, men vit hava ilt við at røkka út um okkum sjálvi. Vit hava øll lyndi til at fara skeiv av hvørjum øðrum. Ikki tí at vit vilja øðrum ilt, men tí at vit ikki vita betur. Tá ið vit at enda finna útav, at vit kanska áttu at havt borið okkum øðrvísi at, er mangan ov seint, lívið er farið. Tað mesta í bygdini er stirnað, men so kemur beiggi Veru úr Grønlandi við konuni Ivalu, sum er eitt livandi natúrmenniskja, ið øll gerast góð við.
6 Leikurin kann tulkast upp á fleiri mátar, men ein er, at so leingi tú bíðar, ert tú til. Lesarin fær hug at illneitast inn á hesi fólkini, sum eru so virkislamd? Vera fær somuleiðis hendan lesaran at hugsa um Stive Stine í søgusavninum Laterna Magica eftir William Heinesen. Stive Stine bíðar eftir dronginum hjá sær, og langt aftaná, at hann er bæði horvin út í heim og deyður, heldur hon á við at bíða. Næstan soleiðis bíðar Vera, men bara næstan. Hóast hon í fyrstuni hevur valt sín leiklut, so kemur lagnan seinni upp í leikin og sær til, at hon kemur at liggja á song. Men har Stive Stine er fullkomiliga tóm, bara bíðar, so er ein longsul í Veru, sálin er ikki køvd. Í endanum á Óendaliga vera, hvørs tittul kann lesast upp á meiri enn ein máta, hómast glottar av vón fyri framman. Tað tykist ikki longur óhugsandi, at tann lamna Vera kann koma fyri seg, í hvussu er fyri ein part. At hon og tann holli vinurin leon, sum eisini spakuliga fær nakað á skaftið, kortini hava eitt slag av framtíð. At tey ikki bæði bara eru dømd at bíða.
7 Tíverri verður Ivalu longu ung heilaskadd, maðurin rýmir út í verðina at sigla, og tann tólv ára gamla dóttirin Louisa skal veksa upp hjá Veru. Hendan lovar beiggjanum, at einki av tí átrúnaðarliga skal trúttast niður í dóttrina, men Vera heldur tað ikki. Louisa gerst eitt offur í bardaganum ímillum trúarvald og opið, livandi lív. Pápin hevur lisið fyri henni úr bókini Tornið við heimsins enda eftir William Heinesen, so at dóttirin ikki skal fáa sína tilverufatan bronglaða av trúgv. Hann vil, at hon skal taka líka natúrliga við lívinum sum grønlendska mamman. Einsamøll, uttan mammu og pápa og við eini Veru, sum brennir hennara bøkur, tí tær ikki eru í tráð við Bíbliuna, megnar hon tað ikki. Seinni rýmir hon út í heim, men hevur altíð "Tornið við heimsins enda" hjá sær sum eitt slag av leiðistjørnu og mótvekt ímóti tí dømandi Bíbliuni. Tilveran er í "Óendaliga vera" ein long bíðing, sum í fyrstu atløgu tykist at vera eftir deyðanum, men spakuliga kemur tað fram, at bíðingin er eftir kærleikanum.
8 Ólavsøkuheiðursmerkini verða tikin burtur úr FM-handanini. Tey verða í staðin handað so hvørt. Hetta verður gjørt við dráttin eftir hvønn róður. Handanin verður sjónvarpað beinleiðis, og áskoðarar fara at kunna fylgja við á stórskíggjum. Við hesi broyting er ætlanin at gera upplivingina á bryggjuni betri, samstundis sum FM-handanin verður styttri. Tað verður bert ein røða; tann hjá løgmanni, tá ið hann handar Útvarpssteypið og Kolturssteypið. Semja hevur verið um, at røðurnar hava longt ov nógv um handanina, og hetta taka fyrireikararnir nú til eftirtektar. Fyri tó at varðveita virðiligleikan kring setanina er avgjørt at halda fast um røðu løgmans. Sjøtul verður settur á at avtaka ferðasteypini til FM. Umsitingin av hesum steypum hevur verið trupul, og eftir at hava tosað við róðrarfeløgini er undirtøka fyri at gevast við teimum. Í ár verða tí einans latin tey ferðasteyp, sum ikki eru vunnin til ognar enn. Eingi nýggj steyp verða sett í umfar. Útvarpssteypið og Kolturssteypið verða tó varðveitt.
9 Her er tað, at tað er komin kuril á tráðin hjá mongum um tey føroysku klæðini. Hesar nýggju tulkingarnar av klæðunum fella ikki altíð í góða jørð – kanska serliga illa hjá eldra ættarliðnum. Ein av teimum sum man skula tola flest av glepsunum mótvegis hesum, er handilin Marjun Heimá, sum seinastu árini er blivin tað stóra andlitið úteftir, tá tað kemur til framleiðsluna av klæðunum. Majbritt Jakobsen, leiðari í Marjun Heimá, greiðir frá, at tær eru ofta blivnar lagdar undir at oyðileggja føroysku klæðini, tí tær eisini loyva teimum meira alternativu ynskjunum frá viðskiftafólki. Men tær eru vísar í, at tað er rætturin til at vera alternativur, og at sleppa at seta sín egna dám á klæðini sum ger, at vit enn tíma at brúka tey. Um vit vóru strang og høvdu reglur um hvat var loyvt og ikki, so høvdu klæðini lættliga kunna hingið til sýnis á einum savni og umboðað eina farna tíð, sigur Majbritt Jakobsen. Hesum tekur Noomi í Dali undir við, og undirstrikar, at klæðini hava ikki altíð havt ta standardiseraðu útsjóndina.
10 Annars hevur tað verið langt ímillum, at nakar hevur roynt seg innan hesa hevd. Tað løgna er, at hevdin er til enn, at tað munnu vera fá fólk, sum dáma so væl at hoyra eina væl sagda søgu sum føroyingar. Men í mong ár er lítið og lætt komið á prent av hesum søguslagi. Tað hevur klaksvíkingurin Andras Sólstein sett sær fyri at broyta við savninum Heimurin hjá Andy við undirtitlinum, bara nevndur á permuni: Nostalgisk minnisbrot og hugleiðingar. Søgurnar taka aftur um sjálvironiska endan frá Læarsi og Anni-Lenu, men eru um somu tíð fullkomiliga modernaðar og í tráð við nútímans stand-up. Høvuðspersónurin Andy er í fjørutunum og tí mitt ímillum ungdómsárini og ta hóttandi ellina. Hann hevur ikki gloymt, hvussu tað var at spæla í orkestri, fara í býin eftir konufólki og at drekka seg skít saman við vinmonnunum. Tann tíðin var á tremur av lívi og dregur enn, men Andy er giftur við "henni sjálvari", og tað eru tvey børn í húsinum. Umstøðurnar eru sostatt ikki, sum tær einaferð vóru, men Andy roynir at seta á tjóðrið.
11 Úr hesum standast nógvar skemtiligar hendingar. Tá ið konan er farin í kvinnuball, sum hann konsekvent kallar gelluball, og han gleðir seg til whisky, sigar og eina krimi, men lítli kemur upp á tvørs. Ella tá ið hann og vinmenninir hittast í Whiskysamkomuni Norðmalt, har bara menniskir við y-kromosomum kunna gerast limir. Ella tá ið hann aftur ætlar sær at vera saman við vinmonnunum, men konan ger vart við, at tað er teirra brudleypsdagur. Í staðin noyðist hann saman við henni til Havnar at ganga í handlar, og hann er um at keða seg út av nálini. Tilveran fyrr og nú verður samanfata í orðunum: "Vit, sum fyrr nýttu frítíðina at lurta eftir og spæla rock, men sum í dag fáa tíðina at ganga við at sláa grasplenu, leggja flísar og standa einsamallir á trappuni og roykja". Eg havi lisið tær nítjan søgurnar um Andy at kalla út í eitt, og tað er ikki víst, at tað skal viðmælast. Frægari er helst at njóta tær eina og eina, ella um tú ikki fært hildið tær, einar tvær ella tríggjar í senn. Í passaligum nøgdum líkasum við við góðum whisky.
12 Sakaris Stórá er nú klárur við sínum fyrsta spælifilmi. Ein filmur um vinarlag og leitan eftir samleika fortaldur á nærlagdum filmsmáli. Sakaris Stórá hevur áður leikstjórnað altjóða virðisløntu stuttfilmunum Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun. Filmurin hevur undanfrumsýning í Norðurlandahúsinum fyrst í september, og síðani verða regluligar sýningar í Havnar Bio. "Dreymar við havið" er ein søga um tvær ungar gentur á gáttini til vaksna lívið. Ester býr í lítlu bygdini við havið, hon gongur í sunnudagsskúla, keðir seg og onki hendir. Alt hetta broytist tá Ragna flytur til bygdina. Gjøgnum Ragnu letur ein nýggjur heimur seg upp, ein heimur uttan mørk. Men Ragna hevur trupulleikar at dragast við, og Ester lærir skjótt, at frælsi og val hava avleiðingar. Saman droyma tær um at sleppa burtur, men gera sær ikki rættiliga far um, hvat tær flýggja undan, ella hvagar tær skulu fara. Høvuðsleikarar eru Juliett Nattestad, ið fyri fyrstu ferð roynir seg á filmi, sum Ester, meðan Helena Heðinsdóttir, ið eisini var við í Vetrarmorgun, er Ragna.
13 Fleiri av søgunum eru ein ávaring ímóti at vera bláoygdur í einum tílíkum álvarsmáli. Tað er ikki mark fyri, hvat kann standast av vanlukku, um tú ikki lurtar eftir vandateknum. Kostnaðurin kann gerast øgiligur, ikki minst fyri tað neyðars barni. Tað er ikki tilskilað, hvar hendingarnar í søgusavninum fara fram, men tað tykist sum tað aloftast er í Danmark, men eisini viðhvørt í Føroyum. Tað er heldur ikki tær geografisku umstøðurnar, sum eru kjarnin, men hvat ið gongur fyri seg í huganum. Tað snýr seg nógv um makt, hvør ið hevur valdið á hvørjum, og at tey, sum ikki duga valdsstríðið, mugu dvína. Søgurnar eru vælskrivaðar í einum løttum máli, men hugnaligar eru tær ikki. Tú skalt ikki lesa tær fyri børnum, og tær fara helst at loypa ræðslu á ung, sum kundu hugsað sær at fingið børn. Eg vil eisini ráða fólki frá at seta seg einsamøll við bókini eitt myrkt kvøld bara við lesilampuni tendraðari. Eftir stuttari løtu fer dimmið at síga saman um lesaran, og hann fer at fáa kensluna av, at tað verður aldrin ljóst aftur, at hann er endaður í skuggaheimi.
14 Í einum nýggjum broti leitar hon eftir mammuni, sum hon finnur liggjandi í kistu. Tann vaksni sonurin kemur inn og spyr, um hon hevur gloymt, "at omma er deyð og skuldi liggja heima undir børu í nátt". Kvinnan er í villareiði og spyr, um drongurin ikki var inni hjá ommuni og fekk karamellur kvøldið fyri? Hann sigur, at tað eru minst fimtan ár síðani, at hann læt seg lokka av tílíkum. Kvinnan veit hvørki út ella inn, og tað ger lesarin fyri alt tað heldur ikki. Í fyrstani er alt, so vónleyst tað enn er, sum tað plagar at vera, men so fara smærri og størri umskiftir fram, eisini tíðarlop, og kvinnan heldur seg líkjast mammuni meira og meira. Ber seg eisini soleiðis at. Um somu tíð veit lesarin ikki, um partur av søguni eru hallucinatiónir, ella um kvinnan hevur grein í síni fatan av hendingunum. Søgan endar við at siga, at eitt skínandi blankt karamellpappír liggur og sløðist á gólvinum, og lesarin spyr, hvaðani tað stavar? Nakað svar fær hann ikki, tí tað er eitt eyðkenni við teimum flestu av hesum søgunum, at tað eru fleiri spurningar enn tað eru svar.
15 Ikki bert geografiskt men eisini víða um í tí mosaikkini, sum mannaættin er. Hetta hevur víst seg at vera umráðandi fyri sjálvsmyndina hjá Nadiu, sum lýsir seg sum ein mentanaraktivist. Hon greiðir frá, at hennara aktivisma byrjaði, tá hon hitti nøkur tvørkynd fólk úr Pakistan. Hetta vóru fólk man ikki trúði vóru til, og tað hevur ríkað og sett lit á tilveruna hjá Nadiu at hava hitt tey og hoyrt um teirra lív. Eftirsum at Nadia er føroysk, men er komin so víða um, er ringt ikki at samanbera alt hon sær og lærir við Føroyar. Føroyar hava leingi verið, og eru enn í størstan mun, eitt sera hvítt land, har hinskyndleiki er sæddur sum normurin. Men heimurin gerst alsamt meira alheimsgjørdur, og við hesari alheimsgerðini fylgja meira flótandi mørk og fólk flyta meira runt og búsetast aðrastaðni meira enn áður. Hetta sæst, um enn í eitt sindur minni mun, eisini aftur í Føroyum. Um Føroyar skulu megna at vera eitt multimentanarligt land, so mugu tær eisini læra at opna upp fyri ymsum lagnum, samleikum og mátum at liva og elska uppá.
16 Vit vóru trý systkin, og eg var yngstur. Mamma okkara doyði, tá ið eg var smádrongur. Systrarnar vórðu verandi eftir í heiminum, og eg skuldi so vera úti á Argjum í fyrsta umfari hjá eini mammusystur, sum búði harúti. Hon gjørdist tó sjúk og doyði, so var eg aftur á Lava, men so endaði eg vesturi í Vágum. Mamma mín var slektað úr Miðvági. Eg varð settur upp á land vesturi í Miðvági við eini slupp; hin gamli førdi skip tá í tíðini. Teir róðu meg inn á ein tanga við har, sum skúlin er. Eg minnist lítið til tíðina har vesturi. Eg minnist bara tann dagin, tá ið eg skuldi í skúla vesturi í Miðvági. Har kom eg at standa í einum rað við einum 8-10 børnum, kanska meir. Har stóð eg so púra fremmandur millum hesi børnini. Eg var so har vesturi, til eg var eini 12-13 ára gamal, so kom eg aftur til Havnar at ganga í skúla. Men eg fekk einki burtur úr skúlagongdini, hvørki í Miðvági ella í Havn. Tað var soleiðis tá í tíðini, at tann, sum lítið dugdi, varð bara settur á aftasta bonk, og har sat hann sum eitt ólukkudýr.
17 Tað er ein stór og spennandi uppgáva at gera nýtt søgutilfar til miðdeild í fólkaskúlanum, har saknur leingi hevur verið á nýggjum upprunatilfari til undirvísingina. Eg havi hugt at galdandi námsætlan, har dentur verður lagdur á at taka støði í viðurskiftum, sum eru ítøkilig hjá næminginum. Tríggir partar í bókini taka støði í gerandisdegnum hjá næminginum, har evnini eru fótbóltur, bilar og telefonir, sum hvør í sínum lagi siga søguna um tjúgundu øld og fram til okkara tíð. Hetta er ein roynd at gera mangan abstrakta søgu ítøkiliga hjá næminginum. Endamálið er, at næmingurin við hesum evnum gerst tilvitaður um partar av søguni, sum hjá flestu næmingum fylla nógv í gerandisdegnum. Tað eigur at skapa gróðrarbotn fyri størri áhuga og søgufatan, sigur Erling Isholm, høvundar at nýggju søgubókiniSøga 5, eitt land í menning. Fiskivinnan, sum broytir íbúgvaviðurskiftini, bretska herseting og tann veruleiki, at kvinnur koma á arbeiðsmarknaðin, mynda eisini innihaldið í nýskrivaðu søgubókini, sum er netbók, pappírsbók og læraravegleiðing.

Связаться
Выделить
Выделите фрагменты страницы, относящиеся к вашему сообщению
Скрыть сведения
Скрыть всю личную информацию
Отмена